Talan er um eini hugnalig sethús í tveimum hæddum, sum standa á sólsíðuni í Klaksvík. Húsini standa serstakliga væl fyri mitt í býnum við góðum útsýni. Allir hugsandi hentleikar eru beint við, eitt nú ítróttaøki, skúli, stovnar, handlar v.m.
Ovara hæddin er innrættað við gongd, køki við alran, stovu, gongd, hjúnakamari, tveimum barnakømrum og baðirúmi.
Í niðaru hæddini er durur, kamar, gongd, vesi, te-køkur, stova, goymslurúm og vaskirúm.
Runt húsini er stór grasfløt og harumframt hava húsini tilhoyrandi bilhús, hjall og stórt goymslurúm.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.