Talan er um eini sera hugnalig sethús í 3 hæddum, har niðasta hæddin er ein lágur kjallari. Húsini eru umvæld í 2019.
Húsini hava eina serstakliga góða og náttúruvakra staðseting niðri við sjóvarmálan og framúr útsýni yvir Sørvágsfjørð.
Húsini eru innrættað á henda hátt:
Í ovaru hæddini er trappugongd, 3 kømur, vesi og goymslurúm.
Í miðhæddini er durur / vaskirúm, trappugongd, baðirúm, spísikamar, køkur og stova.
Í niðastu hæddini er lágur kjallari / fýrrúm.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.