Talan er um eini sera snøgg og ljós eittplans sethús, ið standa í einum góðum grannalagi við frálíkari staðseting mitt í Syðrugøtu.
Húsini standa sera væl fyri tætt við væl vitjaða Gøtusand og stórtsæð allar teir hentleikar, ið økið hevur at bjóða.
Ognin er innrættað á henda hátt:
Gongd, teknikrúm, gestavesi, hjúnarúm við baðirúmi, køkur og stova í einum við útgongd út á altan og eyka sovikamar.
Pláss er fyri at innrætta loftið, og sostatt seta sín egna dám á.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.