Talan er um eini Norðsetur hús í trimum hæddum, ið standa væl fyri í náttúruvøkrum umhvørvi við blindan veg á Velbastað. Ognin hevur frá uppruna verið nýtt til dagstovn og seinastu árini hevur skúlarakstur verið á matriklinum – hetta ber ognin eisini brá av innan.
Í miðhædd er ognin innrættað við duri/klædnarúmi, millumrúmi/turkirúmi, hjalli, trappugongd, alrúmi, vesi og bryggers.
Í Loftshædd er ognin innrættað við trimum rúmum, baðirúmi og loftsgongd.
Veghæddin er innrættað við køk-alrúmi v/útgongd, gongd, trappugongd, vesi og duri/fýrrúmi.
Frá húsunum í veghædd er atgongd til ó-innrættaðar bingjur* (bingjurnar skulu flytast av matriklinum í seinasta lagið tveir mánaðir eftir yvirtøku av ognini)
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.