Talan er um eini hús við góðari staðseting í hugnaligum, barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi.
Húsini eru í tveimum hæddum og eru innrættaði soleiðis:
í ovaru hæddini eru durur, gongd/trappugongd, vesi, 2 kømur, baðirúm og køkur/stova í einum.
Í niðaru hæddini er inngongd, gongd/trappugongd, fýrrúm, baðirúm, 2 kømur, bilhús, bilskýli og hjallur.
Omanfyri og norðanfyri húsini er stórt útigólv og niðanfyri húsini er stórt parkeringsøki.
Streymnes liggur væl fyri mitt í Føroyum og er í Sunda Kommunu, sum kann nøkta alskyns tørvir, ið barnafamiljur, ung og gomul hava. Harímillum kann nevnast tríggir dagstovnar, nýggjur skúli, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur og ellisheim, umframt ókeypis bussleið til borgarar í kommununi, ið koyrir millum bygdirnar í tíðarskeiðinum millum kl. 16 og 22 gerandisdagar. Eisini eru tveir stórir matvøruhandlar í økinum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.