Talan er um eini hús í tveimum hæddum, ið hava eina framúr góða staðseting niðanfyri vegin, undir Grashjalla í Klaksvík.
Húsini standa í einum sera barnavinaligum og náttúruvøkrum umhvørvi, har tað er stutt til fótbóltsvøll og grannar í økinum.
Í ovaru hæddini er durur, gongd, baðirúm, klædnarúm, køkur og stova í einum við atgongd út á altan, bryggers, hjúnakamar við baðirúm og tvey kømur.
Í niðaru hæddini kjallari og fýrrúm.
Frá ognini er sera vakurt panoramaútsýni yvir fjørðin og klaksvíkarbý.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.