Talan er um eini sethús í tveimum hæddum við barnavinaligari staðseting í vesturbýnum.
Húsini eru loypandi dagførd og hava sjálvstøðuga íbúð í veghædd, umframt ein tilbygning / fjós við góðum
møguleikum at innrætta øðrvisi.
Runt húsini er grasfløta og tún.
Í veghædd er ognin innrættað við duri, gongd, trappugongd, kamari, fýrrúmi / duri, gongd, køki,
stovu, baðirúmi og kamari.
Í ovaru hæddini er innrættað við trappugongd, gongd, køki / spísistovu, stovu, trimum kømrum,
baðirúmi og goymslurúmi v/útgongd á svala.
Stutt er til lívliga skúlaumhvørvi á Fløtum og við Marknagilsvegin, og somuleiðis eru fleiri dagstovnar og handlar í økinum.