Sethús, Gjógvarávegur 41, Vágur

Talan er um eini sethús í tveimum hæddum ið standa høgt í lendinum og hava sera gott útsýni. Ognin hevur tilhoyrandi garasju og suðurvenda altan, umframt tún og grasfløtur.


Í ovaru hædd eru húsini innrættaði við duri, trappugongd, gestavesi, gongd, køki/spísistovu, stovu v/útgongd á altan, gongd, baðirúmi og trimum kømrum. Frá ovaru hæddini er atgongd út til hjall.


Í niðaru hæddini er opin og ó-innrættaður kjallari við úthurð og fýrrúmi/vaskirúmi við útgongd til terrassu við turkistativi.


Staðsetingin er náttúruvøkur og barnavinarlig við blindan veg og er grannalagið gott.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurSkrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.