Talan er um søguligu Skipara Hansens hús, ið nú vera lýst til sølu. Serstakliga hugnaligu húsini liggja á Reyni í náttúruvøkrum og friðaðum umhvørvi. Húsini standa á tveimum matriklum og hava sostatt eina vídd, ið er hægri, enn annars er vanligt í siðsøguliga býlinginum.
Frá hugnaligu steinsettu gøtuni traðkar ein inn í durin. Dururin er av hampuligari stødd og leiðir inn í øll rúmini í húsinum. Stova og køkur er opnað upp til eitt stórt rúm, og eru skilagólvini til loftshæddina tikin niður, soleiðis at tað er opið til loftið og loftvindeyguni fáa veitt væl av sólarljósið inn í alrúmið. Frá køkinum er útgongd til ein lítlan privatan bakgarð. Eitt hjúnakamar er til ognina og eisini eitt trappurúm, ið leiðir upp til eitt loftskamar.
Baðirúmið er flísalagt við gólvhita og hoyrir eisini eitt fýrrúm / goymslurúm til húsini.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.