Nýggj
ogn

Íbúð, Vesturgøta 22, 3.2, 100 Tórshavn

Talan er um eina hugnaliga íbúð á ovastu hædd, ið er staðsett í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg í vesturbýnum.
 
Í íbúðini er gongd, baðirúm, kamar og køkur / stova í einum við útgongd til altan við góðum útsýni. 
 
Til íbúðina hoyrir eisini eitt loft / goymslurúm.
 
Ognin er partur av einum vælvirkandi eigarafelagi, og eisini er grannalagið gott.
 
Eigarar hava nýtslurætt til parkeringspláss.
 
Stutt er til m.a. barnagarð, spælipláss, bussleið, skúlar og góðar handilsmøguleikar, sum eru nærindis.



Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. DrangasteinOgnarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina.+298 23 44 05jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.