Talan er um eini dagførd og hugnalig sethús, ið eru í tveimum hæddum, og sum hava flísalagt tún og hava.
Í ovaru hæddini er trappugongd / køkur / stova í einum og kamar. Í niðaru hæddini er durur, trappugongd, fýrrúm, trý kømur og baðirúm.
Harumframt er eitt bilhús og skúrur.
Húsini eru staðsett í einum veðurgóðum og friðarligum øki á Argjum, og stutt er til alskyns hentleikar. Eisini er gott busssamband.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.