Talan er um eini snøgg sethús í einari hædd, sum hava sera góða staðseting í vælumtóktum og barnavinarligum øki á Toftum.
Húsini eru innrættaði við køki og stovu í einum, 3 kømrum, baðirúmi, kontóri og vaskirúmi. Eisini er ein hjallur.
Rundan um húsini er gott útiøki við fleiri sólkrókum, runnum og grasvølli, umframt góð parkeringsviðurskifti.
Stutt er til alskyns hentleikar í økinum, so sum barnaansing, skúla, innkeyp o.a.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.