Talan er um eini hús við góðari staðseting og panorama útsýni yvir bygdina og fjørðin.
Húsini, sum eru í trimum hæddum eru innrættaði soleiðis: Í ovastu hæddini eru trappuuppgongd, loftsrúm, wc og kamar. Í miðhæddini er durur, trappuppgongd, gongd, spískamar, køkur spísistova, stova, 3 kømur, baðirúm og trappuniðurgongd. Í niðastu hæddini eru 2 kjallararúm og omanfyri húsini er hjallur.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.