Nýggj
ogn

Íbúð, undir Kongavarða 13F, Argir

Talan er um eina snøgga og nýmótans eigaraíbúð, ið er staðsett í barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi ovarlaga á Argjum við blindan veg. 

 
Íbúðarbygningurin er í tveimum hæddum og fellur væl inn í lendið við sínum forskotnu hæddum – økið rundanum er snøgt og væl frágingið við felags p-básum og við sera hugnaligum flísaløgdum terrassum, har til ber at njóta seinnapartssólina í góðum felagsskapið. 
 
Íbúðin er innrættað við duri/gongd, kamari, baðirúmi, kamari v/walk-in closet og køk-alrúm v/útgongd á svala við hjalli – frá svalanum er gott útsýnið út á fjørðin og yvir býin. 
 
Økið er í stórari menning og er stutt til skúla, barnagarð, vøggustovu, busssamband og er handil somuleiðis ávegis í grannalagið. 



Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurSkrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.