Íbúð, Við Kykslið 4, Vágur

Talan er um eina snøgga og ljósa íbúð í veghædd við tilhoyrandi terrassu. Ognin liggur við blindan veg í góðum grannalagið, og uttanumøkið er væl skipað við parkeringsplássum, túni og goymslurúmum. Íbúðin liggur miðskeiðis í bygdini og stutt er til eitt nú handlar, matstøð, ítrottarøkið vesturi á Eiðinum - og somuleiðis skjótt yvirum land til Pálshøll og marghøllina.

Íbúðin er innrættað við duri/gongd, køk-alrúm v/atgongd til terrassu, tvey kømur, baðirúm og uttandura goymslurúm.

Íbúðin er lutur í lítlum og hugnaligum eigarafelagið, og vera íbúðirnar hitaðar upp við hvør sínari ventilatiónshitapumpu – ein grøn loysn, ið veitir bæði heitt vatn og gott inniklima.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Skrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.