Talan er um eini snøgg sethús í tveimum hæddum við tilhoyrandi bilhúsið, somuleiðis í tveimum hæddum. Runt húsini er stoyptur garður og grasfløta við sóltúni og ein vestvend altan er á ovaru hæddini. Frá hugnaligu loftstovuni í erva er sera gott útsýni yvir býin og Nólsoyarfjørð.
Ognin er innrættað í niðaru hæddini við duri,
gongd, trimum kømurum, hjúnakamari, baðirúmi, gestakamari/klæðnarúmi, køki, spísistovu við trappu upp og fýrrúmi/vaskirúmi.
Í ovaru hæddini er gongd, loftstova, baðirúm, goymslurúm og eitt kamar v/útgongd á altan.
Bilhúsið hevur vatn og streym, og loftið er væl egnað til goymslu – eisini er hjallur íbygdur í bilhúsinum. Undir húsunum er krúpikjallari, ið somuleiðis kann nýtast til goymslu.
Húsini eru væl staðsett á eini høvd, og er stutt til flest allar hugsandi hentleikar.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.