Nýggj
ogn

Sethús, Heimasandsvegur 21, Sandur

Talan er um eini serstakliga hugnalig sethús á Sandi, ið eru í trimum hæddum og hava góða staðsetingin í bygdini. Útsýnið yvir fjørðin og landslagið er frítt og vakurt.

Í ovastu hæddini er trappugongd, baðirúm og trý kømur. Í miðhæddini er durur / trappugongd, baðirúm, køku og tvær stovur. Í niðastu hæddini er inngongd / fýrrúm, vesi og stova.

Rundan um húsini er úthús við m.a. sauna, lívdargarður, grasvøllur og stoypt tún, har pláss er fyri fyri fleiri bilum.

Umhvørvið er friðarligt og náttúruvakurt, og stutt er til alskyns hentleikar í bygdini, umframt at tað er gott busssamband.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.