Væl bygd, rúmlig og sera snøgg sethús í tveimum hæddum, ið hava frálíkt útsýni yvir Skálafjørðin og landslagið. Sólargangurin er góður, vesturskynið liggur inn á ognina.
Húsini hava m.a. tvær altanir, dubult bilhús og niðaru hæddina kann keypari sjálvur innrætta til heim ella íbúð.
Í ovaru hæddini er gongd, vesi, køkur, stova við atgongd út á altan, tvey kømur og baðirúm. Í niðaru hæddini er trappugongd og kjallararúm. Eisini er dupult bilhús, ið hevur 2 inngongdir og hjall, og sum hevur kjallararúm/arbeiðsrúm í niðaru hæddini.
Snøgt og væl hildið tún er frammanfyri húsini, har pláss er til fleiri bilar, umframt í bilhúsinum. Snøggur havi og garður er kring ognina við blómum, trøum, runnum og fleiri sólkrókum.
Stutt er til alskyns hentleikar, m.a. eru stovnar, skúlar, tænastur og handlar nærindis og skjótt er at spáka oman í miðbýin.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.