Talan er um eini eldri og hugnalig sethús í trimum hæddum, ið eru staðsett í náttúruvøkrum umhvørvi mitt í Rituvík. Stórt øki er runt húsini og eru fleiri hugnaligir sólkrókar har góði sólargangurin kann njótast.
Í miðhæddini er inngongd, durur, gongd, kamar, baðirúm, køkur, bryggers og stova. Í ovastu hæddini er gongd, vesi og fýra kømur. Í niðastu hæddinu er inngongd, kamar, kjallari, vaskirúm og bilhús.
Harumframt er hoyggjús/hjallur og góð parkeringsviðuskiftir.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.