Nýtt
boð

Grundøki við ástandandi leysafæ, matr.nr. 82 Selatrað

Talan er um eina sermerkta ogn á Selatrað, sum er eitt planerað grundøki á uml. 486 m2, ið liggur væl fyri í hugnaligum, barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi - bert uml. 25 min. frá Havnini.

Vatn og el er lagt inn á stykkið, og snøggur garður / havi við fleiri hugnakrókum og parkeringsplássum er gjørt á stykkinum.

Á stykkinum stendur ein snøggur húsvognur av merkinum Hobby Prestige 650 UMFe frá 2016, ið er nemmur at loysa, um ein ynskir at fara aðrastaðni við vogninum. Vognurin er vælhildin og hevur altíð staðið inni um veturin og hevur hann síðani hann kom til Føroyar havt fast “vetrarhi” í Suðuroy.

Til ognina hoyrir eisini eitt annað jarðarstykkið omanfyri vegin á uml. 383 m2.

Alt verður selt samlað.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. Magnussen Ognarseljari
234 400 danjal@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.