Nýggj
ogn

Raðhús, undir Kongavarða 12, Argir

Talan er um eini snøgg raðhús í býlinginum undir Kongavarða, ið Sp/f Jóan Petur Vang hevur bygt. Raðhúsini eru í tveimum hæddum og hava sera gott útsýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð.

 

Í niðaru hæddini eru durur, baðirúm, bryggers / teknikkrúm, goymslurúm undir trappuni og køkur og stova í einum við atgongd út á terassu við útsýni. Í ovaru hæddini eru trappugongd, baðirúm, goymslurúm, hjúnakamar og trý kømur, har tað eina kamarið hevur atgongd út á svala. Eisini er ovastaloft og goymslurúm undir svalanum.

 

Uttandura er asfalterað tún, við plássi fyri 2 bilum, og oman móti býnum er stoypt terrassa, har mahogni brettir eru løgd omaná.

 

Raðhúsini standa í einum barnavinarligum umhvørvi við blindan veg. Stutt er til alskyns hentleikar, so sum skúla og ansingarstovn, umframt at handil opnar nærindis í næstum.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.