Talan er um eina ljósa og rúmliga íbúð í vælumtókta býlinginum undir Kongavarða. Íbúðin er staðsett í veghædd hædd í tí ovasta blokkinum – ognin liggur sostatt fyri endan av blindum vegi. Umhvørvi og grannalagið er sera gott, friðarligt og barnavinarligt. Uttanfyri er gott spæliøkið og er somuleiðis stutt til dagstovnar og skúla. Felags parkering er til íbúðarblokkin.
Íbúðin er innrættað við duri/gongd, alrúmi/stovu, køki/spísistovu, hjúnarrúm við walk-in / hjárúm, kamar, goymslurúm/vaskirúm og baðirúm. Eigarafelagið er væl skipað og er lyfta í bygninginum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.