Nýggj
ogn

Sethús, Abbatrøð 6, Tórshavn

Talan er um eini sethús í tveimum hæddum, ið eru staðsett miðskeiðis í býnum. Húsini standa við blindan veg og stutt er til eitt nú skúla, dagstovnar, busssamband og miðbýin annars. Húsini eru stoypt upp, og áður hevur bátasmiðja verið í veghæddini – fríhæddin í niðaru hæddini er tískil góð í mun til aldurin.

Ognin er innrættað í ovaru hæddini við duri / gongd, køki-alrúmi v/atgongd út á svala, hjúnakamar, tvey kømur og eitt baðirúm.

Í niðaru hæddini eru durur, gongd, fýrrúm / vaskirúm og eitt goymslurúm. Í niðaru hæddini er eisini sjálvstøðug íbúð, ið er innrættað við duri, køk-alrúmi, kamari og baðirúmi.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Skrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.