Talan er um eini fitt og lítil sethús, ið eru staðsett í sjarmerandi og gomlum grannalag í Oyndarfirði – nærindis húsunum eru fleiri smáar gøtur millum ognirnar og vakrir urtagarðar við trøðum. Til húsini hoyrir egið parkeringspláss (v/ el-løðara), tún, grasfløta og terrassa við hitapotti. Gott útsýnið er frá ognini út á hav og á Kalsoynna.
Í miðhæddini er durur/trappugongd, køkur/spísistova, stova og baðirúm
Í lofthæddini er ein loftgongd og tvey kømur.
Kjallarin er upp á gamla máta, goymsla og teknikrúm.
Ognin er upphita við luft/vatn hitapumpu.
Oyndarfjørður er ein sera hugnalig bygd og er skjótt at ganga frá húsunum oman í fjøruna, yvir í ánna, niðan á sparkivøllin ella til spælipláss við skúlan.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.