Talan er um eini snøgg og hugnalig endaraðhús, ið liggja í barnavinarligum og friðarligum umhvørvi í sera dámliga býlinginum í Maritugøtu. Ognin hevur tilhoyrandi úthús og tvær terrassur við góðum sólargangi.
Í ovaru hæddini eru trappugongd, baðirúm og trý kømur. Í niðaru hæddini eru durur, trappugongd, gestavesi/teknikrúm og køkur og stova í einum v/útgongd út á terrassu. Eisini er úthús og parkeringspláss framman fyri húsini.
Fríøki, skúlar, dagstovnar, FIFA vøllur, ítróttarhøll og handlar eru beint við ognina. Harumframt er gott busssamband.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.