Ljós, rúmlig og væl innrættað íbúð í náttúruvøkrum og friðarligum umhvørvi. Íbúðin er staðsett í Runavík og hevur sera gott útsýni út á fjørðin.
Hugnaliga íbúðin stendur í vælumtóktum íbúðarøki í nýggjum grannalagi, har skjótt er at leggja sær leiðina niðan í hagan. Harumframt er skjótt til ansingarstovn, skúla, ítróttarøki og handilslív.
Íbúðin er innrættað við duri / gongd, baðirúmi, trimum kømrum og køki / stovu í einum við atgongd út á terrassu.
Harumframt er úthús á 5 m2.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.