Talan er um eina ogn í tveimum hæddum, ið av uppruna bleiv bygt til læknahús, ið síðani eru blivin umvæld til at húsa stovnstørv. Til ognina hoyrir ein hjallur í tveimum hæddum, umframt stykkið frammanfyri, ið er spælipláss í núverandi løtu.
Ognin er innrættað í erva við duri, gongd, skrivstovurúm, skrivstovurúm, baðirúm, uppihaldsrúm, uppihaldsrúm v/útgongd til trappu niður í garð, upphaldsrúm v/útgongd niðan í túnið, køkur og trappugongd
Í niðaru hædd er ognin innrættað við duri, vesi, millumrúm v/te-køki, gongd, durur, uppihaldsrúm, trappugongd og fýrrúm v/útgongd.
Ognin stendur í barnavinarligum umhvørvi miðskeiðis í bygdini og er stutt til eitt nú handlar, matstøð og annars teir frítíðarmøguleikar, ið Vágs Bygd hevur at bjóða.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.