Talan er um eini hugnalig og vælhildin hús, ið standa væl fyri í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Stutt er millum annað til handlar og skúla.
Í ovaru hæddini eru trappgongd / gongd, baðirúm, tvey kømur og køkur og stova í einum.
Í niðaru hæddini eru durur, wc, gongd / trappuuppgongd, vaskirúm, hjallur, bilhús og skúrur / fýrrúm, umframt íbúð í sunnara enda, ið er innrættað soleiðis: Durur, baðirúm, kamar og køkur og stova í einum.
Rundan um húsini er garður / urtaðgarður.
Í garðinum stendur heitur pottur, ið verður seldur við ognini.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.