Góð ráð

Hví selja tína ogn gjøgnum Skyn?

Avgerðin um at selja sín bústað er ofta ein sera torfør og kensluborin avgerð. Tey flestu selja bara fasta ogn eina ella heilt fáar ferðir í lívinum, og kann hetta mangan tykjast heldur rúgvismikið. Upphæddirnar eru mangan stórar, og tí er sum oftast ikki pláss fyri mistøkum - mistøkum, sum til tíðir kunnu hava sera stórar fylgjur fyri seljara. Tí er tað, fyri tey flestu, sera umráðandi, at øll tilgongdin í hesum sambandi fer skynsamt og lógliga fram. Ein vil kenna seg tryggan allan vegin.

Hví selja tína ogn gjøgnum Skyn?
Petur Mohr Niclasen
17.01.2017

Tá ið tú velur Skyn at røkja tíni áhugamál í bústaðarsølu, leiða vit teg allan vegin. Vit ráðgeva í sambandi við søluna, kunna teg um ymiskar møguleikar, sum tú sum seljari hevur, eitt nú húsaskoðan og ognarskiftistrygging og eru vit eisini við tær aftaná, at ognin er seld, um so er, at trupulleikar taka seg upp.

Vit eru við tær allan vegin.