Talan er um eitt planerað grundøki, ið er 594 fermetrar til víddar. Grundøkið hevur eitt serstakliga vakurt panorama útsýni. Frammanfyri ognina er eitt felagsøki, og eisini felags parkeringspláss.
Grundøkið er partur av einum virknum nýbyggjaraøki við fleiri barnafamiljum. Umhvørvið er náttúruvakurt og stutt er til alskyns hentleikar í bynum.
Tekningar frá núverandi eigara fyriliggja, og byggiloyvi fyriliggur til ætlaðu bygging. Tó má ein komandi keypari søkja um byggiloyvi av nýggjum.
Serstøk byggisamtykt er fyri økið, og síggjast ásetingarnar við at fara á hesa leinkjuna: https://www.torshavn.fo/media/yd4j0pxn/sb_t%C3%B3rshavn_hjaltar%C3%B3k_2011_1_2016.pdf
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.