Talan er um eina snøgga íbúð á veghædd, ið er staðsett í einum lívligum, spennandi og mennandi øki, og eru millum annað fólkaskúli, miðnám (Glasir), tónleikaskúli, barnaansing og matvøruhandlar í nærumhvørvinum.
Í íbúðini er durur, tvey kømur, baðirúm, bryggers og køkur og stova í einum. Eisini hoyrir ein skúrur til íbúðina.
Felagsøkið og parkeringsøkið hoyrir til býlingin og er gott busssamband.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.