Talan er um eina snøgga og ljósa nýmótans íbúð í nýggja íbúðarbygninginum úti á Fløtum. Íbúðin liggur á ovastu hædd í lon 3 við sera góðum útsýni.
Í íbúðini eru durur / køkur / stova / kamar í einum við atgongd út á altan, 2 goymslurúm og baðirúm.
Harumframt hoyrir eitt goymslurúm til íbúðina.
Íbúðin er í einum býlingi í rúkandi menning, har alskyns hentleikar eru í nærumhvørvinum, so sum dagstovnar, musikkskúli, fólkaskúli, miðnámsskúli og matvøruskúli, umframt at stutt er oman í miðbýin.
Fleiri grøn øki vera rundan um bygningin, og m.a. er eisini ein felags takterassa í lon 2 og eitt felagshøli í lon 3 til taks, sum kann nýtast til tiltøk og hátíðarløtur.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.