Nýggj
ogn

Íbúð, Oyggjarvegur 44, 3.3, Tórshavn

Talan er um eina næstan nýggja og sera snøgga eigaraíbúð á ovastu hædd við Oyggjarvegin. 

 
Íbúðin er partur av fyrstu føroysku byggiverkætlan, ið lýkir krøvini at fáa norðurlendska Svanamerkið. 
 
Tilfari er av hægstu góðsku og loysnirnar burðardyggar – harumframt er íbúðin staðsett høgt í lendinum og gevur hetta eitt einastandandi gott útsýnið yvir býin, fjørðin og náttúruvakra umhvørvi kring Havnina. 
 
Íbúðin er innrættað við duri/gongd, tveimum kømrum, teknikrúmi/goymslurúmi, baðirúmi og køk-alrúm v/útgongd á svala. Bygningurin hevur egna lyftu, svalagongd til hvørja hædd, stóra felags takterrassu, snøgt parkeringspláss við m.a. elløðarum og p-básum til rørðslutarna. 
 
Til hvørja íbúð hoyrir eisini egið goymslurúm og eitt størri fluguskáp.



Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurSkrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.