Talan er um eini snøgg sethús í tveimum hæddum við frálíkari staðseting í Klaksvík.
Húsini standa væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg og við útsýni yvir vágna.
Fleiri umvælingar eru gjørdar á ognina, so sum durur, 2 baðirúm og køkur, harumframt er nýggjur klædningur og bjálving.
Í niðaru hæddini er durur, baðirúm, køkur og stova í einum og teknikrúm. Í ovaru hæddini er gongd, baðirúm, hjúnakamar, barnakamar, kamar við altan og eitt kontór/kamar.
Stutt er til teir hentleikar, sum býurin hevur at bjóða og skjótt er at spáka sær heim í miðbýin.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.