Talan er um eini hugnalig norsk typuhús av slagnum ‘Jærhus’. Ognin er í trimum hæddum við tilhoyrandi hjalli og bilhúsi v/grøv.
Runt húsini er grasfløta og urtagarður og er gott útsýni út á Argir og fjørðin. Húsini liggja við blindan veg í barnavinaligum umhvørvi og er stutt til flest allar hugsandi hentleikar.
Í miðhæddini er ognin innrættað við duri, gestavesi, gongd, baðirúmi, trimum kømrum, køki og stovu/spísistovu við útgongd til hava.
Í lofthæddini er eitt kamar og ein stór loftstova.
Kjallarahæddin er innrættað við vaskirúmi v/úthurð, fýrrúmi, baðirúmi, tveimum kjallararúmum og einum ráum kjallararúmi.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.