Talan er um eini vælbygd stór sethús í trimum hæddum við 5 kømrum, 3 baðirúmum og vesi. Í ognini eru tvey leigumál.
Húsini standa væl fyri á Høganesvegnum á Toftum við góðum útsýni og hugnaligum garði kring ognina. Harumframt er bilhús og góð parkeringsviðurskiftir.
Ítróttarøkið, dagstovnar og skúli eru nær við og skjótt er at spáka oman í býin.
Busssamband er frá Toftakaj.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.