Talan er um eini hugnalig tvíhús, sum eru í trimum hæddum og hava góða staðseting miðskeiðis í Miðvági.
Húsini eru innrættaði soleiðis: Í ovaru hæddini er gongd, trý kømur og baðirúm. Í miðhæddini er durur, gongd, hjallur, stova og køkur í einum. Í niðastu hæddini er eitt kjallararúm.
Uttanfyri er útigólv og tún, har pláss er fyri einum bili.
Frá húsunum er stutt til flest allar hentleikar, sum bygdin hevur at bjóða, so sum ítróttarøki, skúla og handli.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.