Talan er um sera snøgg og vælhildin sethús við frálíkari staðseting tætt við alskyns hentleikar, so sum skúla, barnagarð og keypmann.
Hugnaliga umhvørvi har Rættará rennur ígjøgnum, ger nakað serstakt við ognina og umhvørvið.
Ognin er innrættað í tveimum hæddum.
Í ovaru hæddini er durur, vesi, køkur, spísistova og dagligstova. Eisini er grovkøkur við atgongd til hjall, 2 baðirúm og 5 sovikømur. Harumframt er atgongd til terrassu.
Í niðaru hæddini er innrættað við duri, vesi, kontóri, vaskirúmi/fýrrúmi og einum stórum kamari. Eisini er eitt goymslurúm undir trappuni uttanfyri.
Runt ognina er flísalagt tún og sera snøggur havi.
Eisini er nakað av útsýni yvir býin og Nólsoyarfjørð at hóma. Ognin liggur uppat friðaðum økið og við blindan veg.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.