Talan er um eini eldri hús, sum standa væl fyri ovarlaga í bygdini. Umhvørvið er hugnaligt, barnavinarligt og náttúruvakurt, og gott útsýni er yvir bygdina og fjørðin.
Í ovastu hæddini eru trappuuppgongd, millumgongd og 2 kømur.
Í miðhæddini eru hjallur, inngongd, wc, 2 kømur køkur, stova og trappuniðurgongd/-uppgongd.
Í niðastu hæddini er durur, køkur, rúm, ið hevur verið nýtt sum kamar, trappugongd, vaskirúm, baðirúm, rúm við baðikarim nillumgongd, kjallararúm.
Við síðuna av húsinum er bilhús og omanfyri bilhúsið er lítið úthús.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.