Seld

Sethús, Skákið 4, Tórshavn

Talan er um eini snøgg og vælhildin sethús í tveimum hæddum við stórari grasfløtu frammanfyri.

Í ovaru hæddini er durur / trappugongd, baðirúm, tvey kømur, køkur og stova í einum við atgongd út á altan. Í niðaru hæddini er trappugongd / uppihaldsrúm, trý kømur, kjallararúm, durur, baðirúm og vaskirúm. Harumframt er ein hjallur.

Húsini hava eina frálíka staðseting tætt við alskyns hentleikar, so sum skúla, barnagarð, handil og mangt annað. Hugnaliga umhvørvið ger nakað serstakt við ognina, har skjótt er at spáka sær oman í miðbýin.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. DrangasteinOgnarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina.+298 23 44 05jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.