Talan er um eini avbera snøgg og hugnalig sethús í tveimum hæddum, har tað er íbúð í einum parti av niðaru hæddini.
Húsini hava eina framúr góða staðseting við panoramaútsýni yvir Fuglafjørð, og runt um ognina er grasvøllur, umframt at ognin hevur góð parkeringsviðurskifti.
Í ovaru hæddini er durur/gongd, køkur og stova í einum við atgongd til altan, harumframt er ein onnur gongd við atgongd til baðirúm, trý kømur og trappu til niðaru hæddina. Í aðru helvtini av niðaru hæddini er fýrrúm, baðirúm og stova / kamar við egnari inngongd. Í hinari helvtini av niðaru hæddini er ein íbúð við egnari inngongd, gongd, tveimum kømrum, baðirúmi, køki og stovu.
Ein hjallur hoyrir eisini til ognina.
Stutt er til alt tað, ið býurin hevur at bjóða, so sum barnagarð, skúla, fótbóltsvøll, handlar o.a.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.