Talan er um hugnalig sethús í tveimum hæddum í náttúruvøkrum umhvørvi. Húsini hava framúr gott panoramaútsýni yvir økið uttan fyri Fuglafjørð og inn í bygdina.
Garður við trøðum, blómum, grasvølli, hugnaligum terassum og sólkrókum er kring ognina. Húsini standa væl fyri í barnavinarligum umhvørvi við blindveg. Eisini hevur ognin góð parkeringsviðurskifti.
Ovara hæddin er innrættað við gongd við atgongd til terassu, køki, stovu við altan, hjúnarúmi við baðirúmi, 3 kømrum og baðirúmi.
Niðara hæddin er innrættað við inngongd, gongd, tveimum kømrum, baðirúmi, vaskirúmi og kjallararúmi, og bilhúsi.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.