Talan er um eini hugnalig og dagførd sethús, sum eru í tveimum hæddum. Húsini standa væl fyri miðskeiðis í bygdini, tætt við sandin og hava sera gott útsýni yvir fjørðin og landslagið.
Húsini eru dagførd í 2016. Í ovaru hæddini er inngongd, baðirúm, køkur, stova og trapppa niður. Í niðaru hæddini er gongd, tvey kømur og eitt hjúnakamar, baðirúm og vaskirúm.
Runt um húsini er hugnaligur havi, við fleiri sólkrókum og laðagum garði.
Frá ognini er stutt til handils og aðrar hentleikar í bygdini, so sum til skúla og spælipláss.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.