Talan er um eini eldri sethús í trimum hæddum, ið eru staðsett omanfyri vegin. Runt ognina er tún og grasfløta. Frá ognini er gott útsýni út yvir fjørðin og er sera stutt til eitt nú handlar, matstøð og skúla.
Í miðhæddini er ognin innrættað við duri/trappugongd, køki-spísistovu og stovu.
Í lofthædd er ognin innrættað við 5 kømrum, gongd og vesi.
Í kjallarahædd er ognin innrættað við duri, kjallarastovu v/trappugongd, brúsurúmi og fýrrúmi/kjallararúmi.
Hjallur/uttandura goymslurúm hoyrir eisini til húsini.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.