Nýggj
ogn

Sethús, Víkarvegur 40, Kvívík

Talan er um eini hús, ið eru høvuðsumvæld bæði innan og uttan. Húsini, ið eru í 3 hæddum, standa væl fyri í hugnaligum og náttúruvøkrum umhvørvi norðarlaga í bygdini og hava sera gott panorama útsýni yvir bygdina og suður ígjøgnum sundi.

Í ovastu hæddini eru trappugongd/gongd við útgongd til altan, baðirúm og 3 kømur. Í miðhæddini eru durur, vaskirúm, kalt rúm, gongd/trappugongd, baðirúm, køkur og stova í einum. Í niðastu hæddini er íbúð, ið er innrættað soleiðis: Durur, baðirúm, 3 kømur, harav eitt verður nýtt sum stova, køkur og fýrrúm.

Við síðuna av húsinum er úthús í tveimum hæddum og niðanfyri húsini eru parkeringspláss.

Eisini kann nevnast at í Kvívík er dagstovnur, har dagstovnagjaldið er ókeypis, og skúli upp til 7. flokk.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. MagnussenOgnarseljari
234 400danjal@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.