Tvíhús, Heygsvegur 20C, Tórshavn

Nýggj og snøgg tvíhús, ið verða hitaði við jarðhita og hava tvær búeindir, umframt bilhús við gólvhita. Húsini hava góða staðseting í vesturbýnum, har stutt er til alskyns hentleikar, eitt nú skúla og dagstovn. Eisini er gott busssamband.

Í niðaru hæddini íbúð við duri, køki og stovu í einum við atgongd út í tún, baðirúm, vaskirúm og tvey kømur, umframt durur / trappugongd til íbúðina í ovaru hæddini og eitt kamar, køk-stovu í einum og baðirúm ið hoyrir til høvuðseindina. Í ovaru hæddini er íbúð við trappugongd, køki og stovu í einum við atgongd út á stóra altan, tvey baðirúm, goymslurúm, spískamar og fýra kømur. Eisini er eitt felags teknikkrúm í niðaru hæddini.

Rundan um tvíhúsini er asfalterað tún við góðum parkeringsviðurskiftum.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurSkrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.