Tvíhús, Liljugøta 6A, Tórshavn

Talan er um spennandi innilokað tvíhús í trimum hæddum við góðari staðseting og góðum útsýni úr ovastu hæddini.

Byggiháttur: Grundin er stoypt, og betongdekk er millum niðastu hæddina og miðhæddina. Brannveggurin millum tvíhúsini er somuleiðis betong. Restin av húsunum er timburkonstruktión. Takið er alu, og klædningurin er timbur, og grundin er klødd við Swisspearl.

Ognin verður upphitað við fjarhita, og er hesin er lagdur inn til ognina í niðastu hædd, og er goldið fyri íbinding.

Hvørt tvíhúsið er umleið 220 fermetrar brutto íalt, og er niðasta hæddin atskild frá restini av ognini, og er sostatt vælegnað til sjálvstøðuga íbúð.

Tekningar v.m. fylgja við.

Stykkið er íalt 800 fermetrar, og verður býtt í 2 partar á umleið 400 fermetrar hvør.

Ognin er fyribils frámerkt sum Liljugøta 6A og 6B.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Petur Mohr Niclassen
Petur Mohr NiclassenStjóri
234 402petur@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.