Talan er um eini sera hugnalig sethús við friðarligari staðseting við blindan veg í Trongisvági – ognin er høvuðsumvæld í 2015 og eru frálíkar uttanduraumstøður til frítíðarnýtslu við eitt nú flísalagdari terrassu, hitapotti, grillsmáttu og hjalli.
Útsýnið er gott og er stutt til ítrottardepil, handilsmøguleikar og ferjulegu til/frá oynni.
Á ovastu hæddini er trappugongd og tvey kømur
Í miðhæddini er durur/trappugongd, køkur-og stova í einum og baðirúm.
Í niðastu hæddini er kjallari og fýrrúm.
Á ovastu hæddini er trappugongd og tvey kømur
Í miðhæddini er durur/trappugongd, køkur-og stova í einum og baðirúm. Í niðastu hæddini er kjallari og fýrrúm.
Ognin er eitt vælumtøkt frítíðarhús og verður leigað út gjøgnum ferðavinnufyritøku ið røkir hús, heimasíðu og sosialar miðlar – innbúgv kann eisini fylgja við í søluni og er talan sostatt um ein íløgumøguleika ið keypari kann fáa gagn av beinavegin uttan stórvegis hóvasták og flyting.
Fá eina framvísing í 3D við leinkjuni: Fíustova - Matterport 3D Showcase
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.