Talan er um eini hús í trimum hæddum, ið standa væl fyri í friðarligum, barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi miðskeiðis í bygdini.
Húsini eru innrættaði soleiðis:
Í ovastu hæddini eru trappuuppgongd/gongd, baðirúm og 4 kømur. Í miðhæddini eru gongd/trappugongd, wc, køkur og stova.
Í niðastu hæddini er kjallararúm. Eisini er hjallur bygdur uppí húsini.
Rundan um og framman fyri húsini er garður.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.