Seld

Sethús, Leitisvegur 16, Vestmanna

Talan er um eini snøgg og vælhildin sethús, sum standa innarlaga í bygdini og hava frítt útsýni yvir bygdina. Húsini standa væl fyri í einum friðarligum, barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi.

Í miðhæddini eru durur, gongd/trappuuppgongd, vesi, durur, vaskirúm, grovkøkur, køkur og stova. Í ovastu hæddini eru trappugongd/gongd, fýra kømur og baðirúm. Í niðastu hæddini eru kjallararúm og har er byrja at skildra av.

Við síðuna av húsinum er lítið hugnaligt hús við alrúmi og hems, eisini er lítil hjallur niðan fyri húsini. Rundan um húsini er hugnaligur havi/garður við hugnakrókum og flísaløgdum túni.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. MagnussenOgnarseljari
234 400danjal@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.